Verkstaðarvitjan hjá Hjördis Haack & Hans Paula Olsen
Classensgade 7D, 2100 København Ø, Danmark, , 2100 København Ø Directions
Sun Nov 15 2026 14:00
Sunnudagin tann 15.novembur kl.14 skipar Listafelagið fyri einum túri fyri limum okkara til Kunstnerhuset í Classensgade, har vit vitja verkstaðirnir hjá listafólkunum Hjördis Haack og Hans Paula Olsen. Hjördis Haack arbeiðir við oljumálningum, og Hans Pauli Olsen er myndahøggari.
Svara "JA" herundir, um tú hevur hug at vera við.
Tiltakið er fyri limir hjá Føroyska Listafelagnum og er ókeypis. Vit bjóða lítlan munnbita og okkurt at drekka.
Vit gleða okkum til ein áhugaverdan dag saman, uttan fyri teir vanligu og kendu karmarnar í Føroyahúsinum.
Ynskir tú at gerast limur í Føroyska Listafelagnum, send okkum ein teldupost á listafelagid@outlook.dk.
Blíðar heilsur
Føroyska Listafelagið